Innanlands

5.000 krónur í bót fyri at hava grind við til Danmarkar

Tað kann kosta 10.000 krónur, um ein fleiri ferðir hevur tvøst við í viðførinum uttan loyvi. Í svarið uppá fyrispurning frá Sjúrða Skaale sigur Lea Wermelin, umhvørvis- og matvøruráðharri, at orsøkin er, at grindhvalur er flokkað sum hótt djóraslag hjá ES, og Danmark fylgir ásetingini

Sjúrður Skaale, fólkatingslimur, heldur at har er eitt órættvísi og ein ójavni í spurninginum (Mynd: Jens Kr. Vang)

Sjúrður Skaale, fólkatingslimur, heldur at har er eitt órættvísi og ein ójavni í spurninginum (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-12-06 09:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Í svarinum, sum er hjálagt, endurtekur ráðharrin bert ásetingarnar úr kunngerðini, og staðfestir veruleikan. Tað er als ikki nøktandi. 

Hetta sigur Sjúrður Skaale, eftir at tað er vorðið greitt, at í fyrsta lagi kostar tað 5.000 krónur, um ein hevur tvøst við sær til Danmarkar - í øðrum lagi 10.000 kr.

Um sleppast skal undan hesum, skal loyvi fáast frá donskum og føroyskum mynduleikum. Um loyvi er uppá pláss ber til at innflyta 10 kilo av tvøsti, sum er til egna nýstlu. Serlig undantøk í Danmark gera, at til ber at innflyta 10 kilo av tvøsti, ið annars er "ólóligt" í ES-londum.

Í seinastu viku spurdi Sjúrður Skaale donsku stjórnina um tað er rímiligt, at hald verður lagt á tvøst, sum ríkisborgarar taka við sær úr Føroyum til Danmarkar, umframt at teir fáa bót fyri tað.

Lea Wermelin, Umhvørvis- og Matvøruráðharri, vísir í svarinum á, at Danmark fylgir ásetingum viðvíkjandi hóttum djóra- og plantusløgum hjá ES. Har er grindahvalur – av órøttum – skrásettur sum hótt djóraslag. Í ST-ásetingum verður grindahvalur ikki flokkaður sum hótt djóraslag. Sjúrður Skaale sigur, at júst hetta er ein trupulleiki í svarinum: 

- Hetta er als ikki í lagi. Føroyar hava við grindalógini frá 2015 fingið greiðar mannagongdir fyri, hvussu grindadráp skulu skipast. Tað er – serliga sammett við tað, sum hendir á sláturhúsum kring heimin – á allan hátt ein burðardygg og skynsom veiða.


Fólkatingslimurin vísur eisini á, at samstundis verða
 sersømdir givnar til Grønland, sum merkir, at grønlendingar ikki fáa nakra bót, men einans frátikið grindina og eina ávaring.

- Í triðja lagi er tað sjálvsagt ikki í lagi, at føroyingar og grønlendingar ikki eru líka fyri lógini. Tí verður málið ikki slept, sigur Sjúrður Skaale sum fer víðari.

Í sínum svari greiðir Lea Wermelin eisini frá, at bara seinastu trý árini, hava fimm føroyingar fingið bøtur fyri at hava tvøst við sær til Danmarkar.


 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder