Uttanlands

- Russar provokera danskt loftrúm

Danska verjumálaráðkvinnan, Trine Bramsen, kemur til Føroya at vitja í morgin

Trine Bramsen (Mynd: EPA)

Trine Bramsen (Mynd: EPA)

2021-06-16 08:35 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Danska verjan kennir seg hótta av russiskum hernaðarflogførum. Sambært donsku verjumálaráðkvinnuni, Trine Bramsen, var tað ein tilvitað provokasjón, tá russisk flogfør fríggjadagin fóru inn í danskt loftrúm yvir Bornholm.

Tvær ferðir flugu tvey jagaraflogfør inn í danskt loftrúm við Christiansø hóast tey vóru ávarað.

- Vit síggja hetta sum ein tilvitað provikasjón. Russar vórðu ávaraðir um at tey vóru á veg inn í danskt øki, men kortini hildu tey fram. Tíbetur høvdu vit avvísingartilbúgving til reiðar. Okkara flogfør gjørdu tekin og fylgdu teimum út úr donskum loftrúmi aftur, segði danska verjumálaráðkvinnan eftir ein fund í uttanríkispolitisku nevndini á fólkatingi í gjár.

- Hetta er álvarsligt, og kann ikki fatast øðrvísi enn sum ein tilvitað og tilætlað provokasjón, segði Trine Bramsen.

Danska loftverjan hevur greitt frá, at hon sendi tvey F16-jagaraflogfør til Bornholm fyri at handhevja danskt yvirræði.

Í gjár var russiski sendiharrin kallaður til fundar í uttanríkisráðnum í Keypmannahavn. Her skal Jeppe Kofod, uttanríkisráðharri, hava greitt russiska umboðnum frá, at slíkur atburður ikki verður góðkendur.

- At Russland uppførir seg soleiðis er brot á allar reglur. Men hetta er eitt rák, sum vit síggja frá russiskari síðu, sigur Jeppe Kofod.

Á Føroyavitjan
Í dag kemur danska verjumálaráðkvinnan til Føroya á vitjan. Hósdagin skal hon á fund við Jenis av Rana, landsstýrismann, har verjumál, trygdarmál, Nato-toppfundurin og møguligur loftseftirlitsradari er á skránni.

Tey skulu eisini vitja á Sornfelli áðrenn tíðindafundur verður á middegi í morgin.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder