Innanlands

Strandalandasamráðingar byrja í dag

Komandi tvær vikurnar verða strandarlandasamráðingar um uppsjóvarfisk á skrá í London.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-10-13 07:25 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Komandi tvær vikurnar verða strandarlandasamráðingar um uppsjóvarfisk á skrá í London.

Byrjað verður í dag, týsdagin 13. oktober, tá strandarlondini Føroyar, Bretland, ES, Ísland og Noreg hittast til samráðingar um svartkjaft.

Mikudagin og hósdagin hittast strandarlondini Føroyar, Bretland, Ísland, Noreg og Russland til samráðingar um norðhavssild.

Týsdagin, mikudagin og hósdagin í næstu viku hittast strandarlondini Føroyar, Bretland, ES, Grønland, Ísland og Noreg til samráðingar um makrel.

Stóru málini eru at viðgera ráðgevingarnar frá ICES um teir tríggjar uppsjóvarstovnarnar, at finna semju um mest loyvdu veiðu fyri 2027, eins og at samráðast um framtíðar býtir.

Harumframt fara strandarlondini eisini at viðgera útbreiðslufrágreiðingar, veiðuhagtøl, umsitingartiltøk og NEAFC tiltøk.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder