Innanlands

– Peningur má setast av at útbúgva fleiri námsfrøðingar

Tørvurin á fleiri námsfrøðingum er ovurhonds stórur, sigur Pedagogfelagið

Mynd: Setur.fo

Mynd: Setur.fo

2020-11-30 18:21 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í hesum døgum skal løgtingið taka støðu til eitt uppskot frá Tjóðveldi um at útbúgva fleiri námsfrøðingar. Skotið verður eisini upp at skipa námsfrøðiútbúgvingina øðrvísi, so mann hevur eina útbúgving við serkunnleika á dagstovnaøkinum og eina við serkunnleika í sernámsfrøði.

Í hesum sambandi kemur Føroya Pedagogfelag eisini við einari áheitan til løgtingið um at seta meira pening av til at útbúgva fleiri námsfrøðingar, tí tað er ovurhonds stórur tørvur á tí.

Í løtuni tekur námsvísindadeildin 35 lesandi inn um árið, og av hesum koma umleið 25 út á námsfrøðiliga arbeiðsmarknaðin um árið. Hetta er eitt ov lágt tal, tí fráfallið av námsfrøðingum er eins stórt, ella hægri. Fráfallið er bæði náttúrligt fráfall vegna aldur, men eisini velja námsfrøðingar at arbeiða á øðrum øki. Hagtøl hjá Pedagogfelagnum vísa, at komandi 10 árini røkka umleið 17 námsfrøðingar um árið eftirlønaraldur. Talið á hjálparfólkum, í sama aldri, er nakað hægri, sigur Pedagogfelagið.

– Vit síggja, at tað støðugt eru nógvar umsóknir eftir námsfrøðingum. Um ein hyggur ígjøgnum umsóknirnar á teimum ymisku starvsportalunum sæst, at í løtuni verður søkt eftir 25-30 námsfrøðingum. Av hesum eru flestu størvini niðursetta tíð.

– Tað er ein ónd ringrás, ið ongan enda fær, sum nú fer fram. Tað, at tað er so stórur eftirspurningur eftir námsfrøðingum, og at ikki nóg nógv verður sett við, skapar eina ónda ringrás. Tá stovnur A søkir eftir einum námsfrøðingi, kemur hann frá stovni B. Síðani má stovnur B søkja eftir námsfrøðingi, ið kemur frá stovni C, sum so má søkja víðari. Hetta skapar eitt umhvørvið við áhaldandi útskifting í starvsfólka hópinum, á stovnum runt landið.

– Tað er givið, at trupult er at leggja lagtíðarætlanir við barnið/borgara, tá útskiftingin av starvsfólki er áhaldandi, sigur felagið.

Sambært kanning hjá Pedagogfelagnum frá september, hava 60 prosent av námsfrøðingunum verið í núverandi starvið í styttri enn seks ár.

Tað er stórur tørvur á námsfrøðingum, sigur Pedagogfelagið, men tað er trupult at siga júst hvar størsti tørvurin er.

Á dagstovnaøkinum er lógarfest, at minst 2/3 av starvsfólkunum skulu verða námsfrøðingar, meðan í mesta 1/3 kunnu verða ófaklærd. Fyri at liva upp til hesa lógarásettu normering, er mangulin uml. 350 fulltíðar námsfrøðingar/ársverk, sigur felagið.

Men innan Almannamál/Almannaverkið og í fólkaskúlanum er eingin lógaráseting um normering eftir fakøkið. Tí er trupult at meta um ítøkiliga tørvin. Ein leyslig meting hjá Pedagogfelagnum er tó, at um faklærd starvsfólk skuldu verið sett fyri øll tey ófaklærdu, skulu eitt stað millum 200-300 faklærd starvsfólk til.

Pedagogfelagið sigur seg eisini hava lagt til merkis, at í fólkaskúlum koma fleiri og fleiri námsfrøðingar í starv at vera um teir næmingar, sum av ymsum orsøkum hava tørv á námsfrøðiligari hjálp ella stuðli fyri at megna skúladagin. Umframt hetta eru námsfrøðingar í forskúlunum.

Pedagogfelagið vísir á, at har allatíðina koma nýggjar og kompleksari uppgávur, sum skapa størri tørv á faklærdum fólki, bæði á námsfrøðingum og á øðrum fakøkjum, og við nýggju lógini um almannatrygd, verður tørvurin helst uppaftur størri.

Føroya Pedagogfelag mælir tí Føroya Løgting til at seta meira pening av, so til ber at útbúgva fleiri námsfrøðingar. Samstundis sigur felagið seg hyggja jaliga eftir møguleikanum at skapa eina útbúgving, sum tekur størri hædd fyri, um námsfrøðingurin vil arbeiða á dagstovnaøkinum ella sum sosialpedagogur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder