Innanlands

Nýtt uppskot skal verja rættin at drepa grind

Tingmenn úr øllum flokkum hava lagt fram uppskot til samtyktar um at tryggja, at Djóravælferðarlógin ikki skal vera galdandi fyri grindadráp

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2025-12-05 11:54 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Umboð úr øllum flokkum á tingi hava lagt fram eitt uppskot til samtyktar um at verja rættin at veiða villini djór, harímillum grind.

Heitt verður á landsstýrið um at leggja neyðugar lógarbroytingar fram fyri at tryggja, at Grindalógin og ikki Djóravælferðarlógin er galdandi í sambandi við m.a. grindaveiðu.

Uppskotsetar eru Jacob Vestergaard úr Fólkaflokkinum, Høgni Hoydal úr Tjóðveldi, Jóhannis Joensen úr Javnaðarflokkinum, Bárður á Steig Nielsen úr Sambandsflokkinum, Karlot Hergeirsson úr Framsókn, og Steffan Klein Poulsen úr Miðflokkinum.

Margháttligt at nýta Djóravælferðarlógina
Uppskotið kemur í kjalarvørrinum á skuldsetingum móti einum sýslumanni og grindaformunnum um brot á Djóravælferðarlógina í sambandi við grindadráp í Hvannassundi í fjør.

Les eisini: Fyrrverandi sýslumaður skuldsettur fyri brot á Djóravælferðarlógina

Tað er ein umhvørvisfelagsskapur, sum hevur meldað málið til løgregluna, og tingmenninir halda tað vera margháttligt, at løgreglan nýtir Djóravælferðarlógina í kanningararbeiðinum og ikki Grindalógina. Sama er galdandi fyri Heilsufrøðiligu starvsstovuna, sum nýtir djóravælferðarlógina, tá tey lýsa málið og mæla til revsingar, siga teir.

– Um løgregla, ákæruvald og landsins stovnar nú nýta tulkingar av lógini um djóravælferðí sambandi við grind og aðra veiðuav villini djórum orsakað av kærum frá útlendskum felagsskapum, ið fremja herferðir ímóti grindadrápi, er bæði sjálvræðið hjá føroyingum og grundleggjandi rætturin at skipa og veiða av okkara egna tilfeingi í álvarsligum vanda, stendur m.a. í viðmerking til uppskotið.

Ikki heimild í lógini
Høgni Hoydal spurdi herfyri Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu og Jóhan Christiansen, táverandi landsstýrismann, um heimild er í lógini at reisa mál ímóti sýslumonnum og grindaformonnum í sambandi við at halda grind til, men tað meta tey ikki.

Í svarinum til Høgna Hoydal varð greitt frá, at tey meta, at Grindalógin kemur framum Djóravælferðarlógina.

Les eisini: – Grindadráp ikki í ósamsvari við Djóravælferðarlógina

Landsstýrisfólkini gjørdu tó eisini greitt, at øll hava rætt at melda, um tey meta, at brotsverk er framt.

Jóhan Christiansen legði í svari sínum afturat, at skuldi rætturin komið til ta niðurstøðu, at Grindalógin ikki fer framum Djóravælferðarlógina, eigur lógin at verða broytt, og tað er júst tað, sum er endamálið við hesum uppskotinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder