Innanlands

Varðhaldsfongslaður fyri fleiri innbrot

Ein maður hevur játtað seg sekan í átta innbrotum, og er hann varðhaldsfongslaður fram til 30. desember

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2025-12-05 07:57 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein maður í 20unum varð fyrrapartin í gjár grundlógaravhoyrdur í sambandi við skuldsetingar um fleiri innbrot.

Maðurin hevur játtað seg sekan í átta innbrotum. Tað eina var í Rúsuni á Sandi herfyri, og hini eru ymsastaðni í høvuðsstaðnum, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Maðurin er undir illgruna fyri onnur innbrot, m.a. innbrotið í Effo í Kollafjarðardali herfyri, men har noktar hann seg sekan.

Maðurin er varðhaldsfongslaður fram til 30. desember.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder