Innanlands

Russland ávarar um møguligt aftursvar

Tað at Løgtingið hevur samtykt at geva landsstýrisfólkinum í uttanríkismálum heimild at seta fleiri avmarkandi tiltøk í verk mótvegis Russlandi tvingar russar at umhugsa at seta teirra egnu tiltøk í verk

Maria Zakharova, talsfólk hjá russiska uttanríkismálaráðnum (Mynd: EPA)

Maria Zakharova, talsfólk hjá russiska uttanríkismálaráðnum (Mynd: EPA)

2025-12-04 15:04 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Russland umhugsar at svara aftur, eftir at Løgtingið fyrradagin samtyki uppskotið um víðkaðar heimildir at seta ávís avmarkandi tiltøk í verk mótvegis Russlandi.

Maria Zakharova, talsfólk hjá russiska uttanríkismálaráðnum sigur, at "nýggju óvinarligu gerðirnar" hjá føroyingum setur spurnartekin við árbyrgd Føroya í mun til fiskiveiðuavtaluni millum londini.

Gerðirnar hjá føroyingum tvinga russar at umhugsa at seta í verk hóskandi tiltøk sum aftursvar, sigur hon við Reuters.

Lógin, sum varð samtykt týsdagin, kemur í gildi 1. januar 2026.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder