Innanlands

Herverk í miðbýnum

Onkur hevur gjørt seg inn á skíggjan, sum vísir bussleiðirnar í Steinatúni – Málið er meldað, og verður heitt á fólk, sum vita okkurt, um at seta seg í samband við løgregluna, skrivar kommunan

(Mynd: Tórshavnar kommuna/Facebook)

(Mynd: Tórshavnar kommuna/Facebook)

2025-12-05 09:03 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tórshavnar kommuna hevur meldað eitt mál um herverk til løgregluna.

Tað var fyrr í vikuni, at onkur gjørdi seg inn á skíggjan, sum vísir bussleiðirnar í Steinatúni.

Heitt verður á fólk, sum hava sæð ella vita okkurt um hendingina um at seta seg í samband við løgregluna.

Kommunan skrivar, at tað kemur javnan fyri, at herverk verður framt í miðbýnum. Sum oftast er talan um smærri herverk, men viðhvørt er tað meira umfatandi.

Fríggjadagin í síðstu viku, tá jólabýurin varð settur upp í gongugøtuni, hevði onkur eisini gjørt seg inn á eina av jólasmáttunum. Ein rutur varð brotin, og ein dúkur varð eisini skræddur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder