Á middegi í gjár legði danska stjórnin fram nýggju avtaluna um politi- og ákæruvald, sum skal styrkja rættarøkið munandi í árunum 2026-2030. Í avtaluni eru fleiri átøk, sum verða sett í verk hjá ákæruvaldinum og politinum í Føroyum og í Grønlandi.
Tað boða Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin á Fólkatingi frá í tíðindaskrivi.
Hetta fevnir millum annað um:
- Føroya Politi fær betri umstøður at røkja uppgávur innan m.a. trygd og tilbúgving, umframt á maritima økinum.
- Styrkt átøk til frama fyri viðbrekin offur, umframt fyribyrgjandi átøk.
- Ákæruvaldið verður styrkt við tveimum nýggjum ákærum.
- Føroya Politi og Føroya Rættur fáa betri og meira tíðarhóskandi KT-skipanir.
- Møguleiki verður at taka SSP-útbúgving í Føroyum. Fólk við hesari útbúgving arbeiða við at fyribyrgja kriminaliteti millum børn og ung.
Talan er um átøk, sum føroysku fólkatingslimirnir hava verið við til at samráðst um við danska løgmálaráðharran, Peter Hummelgaard.
Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur í fleiri ár víst á, at neyðugt er at seta inn, so løgregla og ákæruvald verða betur før fyri at røkja sínar uppgávur við bæði at uppklára og fyribyrgja brotsverkum.
– Viðhvørt skal man bara vera ein plága í politisku skipanini, tí blívur man við at vísa á tørvin nóg leingi, so fær man tingini ígjøgnum. Eg eri øgiliga glaður fyri úrslitið av hesi avtaluni, sigur Sjúrður Skaale.
Anna Falkenberg, fólkatingskvinna fyri Sambandsflokkin fegnast eisini um avtaluna.
– Eg nøgd við við avtaluna, sum greitt vísir, at danska stjórnin hesa ferð hevur raðfest Føroya Politi hægri enn onkuntíð áður. Politiið er eitt felags málsøki, og tí er tað umráðandi, at Føroya Politi er á sama stigi, sum aðrastaðni í ríkinum, sigur hon.
Avtalan inniber eisini, at farið verður undir at gera felags reglur fyri alt ríkið, so at politistøðirnar í Føroyum og í Grønlandi kunnu flagga við ávíkavist føroyska og grønlendska flagginum saman við tí danska.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald