Innanlands

Yvirlit: Hesi kanst tú velja í dag

Fólkatingsval er í dag, og 63 valevni stilla upp

Frá formansumfarinum í sjónvarpinum í gjárkvøldið (Mynd: Sverri Egholm)

Frá formansumfarinum í sjónvarpinum í gjárkvøldið (Mynd: Sverri Egholm)

2019-06-05 08:05 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Valstøðini lata upp klokkan 9 í morgun, og føroyingar skulu taka avgerð um hvør skal á fólkating at umboða Føroyar.

63 fólk bjóða seg fram. 26 kvinnur og 37 menn.

Teir flokkarnir, sum hava flest valevni eru Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin, sum hava 15 valevni hvør. Fólkaflokkurin og Tjóðveldi hava 13 valevni hvør, og Framsókn hevur 6 valevni, meðan Sjálvstýri hevur eitt.

Kringvarpið hevur gjørt yvirlit yvir hvørji stilla upp.

Síggj yvirlit her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder