Innanlands

Karlstadtænastan væntandi víðkað frá komandi ári

Undirvísingarstýrið hevur nú bjóðað ráðgevingartænastuna út, og um hóskandi veitari verður funnin, er ætlanin at víðka virksemið fyrst í komandi ári.

2026-11-15 18:27 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í september varð kunngjørt, at landsstýrismaðurin í mentamálum, Bárður á Lakjuni hevur avgjørt, at ráðgeving eftir Karlstad-leistinum skal halda fram, og nú hevur Undirvísingarstýrið bjóðað tænastuna út.

Tænastan innan mál- og samskiftismenning, sum higartil hevur verið avmarkað til børn og ung við Down-syndromi, verður samstundis víðkað, so hon eisini verður ein møguleiki hjá øðrum børnum og ungum við stórum, varandi ella samansettum mál- og samskiftisavbjóðingum.

Við útboðnum verður leitað eftir veitara, sum hevur serligan serkunnleika innan Karlstad-leistin og royndir við alternativum og stuðlandi samskifti. Veitarin skal veita fakliga ráðgeving og vegleiðing til børn, ung, avvarðandi og starvsfólk á dagstovna- og skúlaøkinum, og arbeiðið verður skipað í tøttum samstarvi við Sernámsdeildina í Undirvísingarstýrinum, skrivar Sernám í tíðindaskrivi.

Um útboðið førir til, at hóskandi veitari verður funnin, er ætlanin, at ráðgevingartænastan verður víðkað fyrst í komandi ári. Tá fáa dagstovnar, skúlar, sertilboð, foreldur og onnur áhugað nærri kunning um skipanina, herundir hvussu tilmelding og atgongd til tænastuna fara fram.

Útboðið er kunngjørt 13. november, og freistin at lata inn tilboð er 15. desember.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder