Nú er bannað at eiga eina dronu í kinesiska høvuðsstaðnum Beijing. Eisini er bannað at innflyta dronur og partar av dronum til býin og økið kring býin.
Økið, sum er fevnt av banninum, sum kom í gildi í dag, er 16.400 ferkilometrar stórt.
Bannið, sum kinesiska stjórnin boðaði frá í september, hevur til endamáls at betra um trygdina í Beijing, skrivar Ritzau.
Fram til í dag hevur verið møguligt hjá eigarum av dronum at lata dronur sínar inn í serligum handlum ella á endurnýtslustøðum afturfyri eitt minni endurgjald. Eisini hevur verið møguligt at flutt dronurnar úr høvuðsstaðarøkinum.
Sambært tíðindastovuni AP varð avgerðin um bannið tikin, eftir at eitt lítið flogfar í juni fleyg inn í eitt háhús í býnum. Flogskiparin lat lív, meðan 13 onnur vórðu særd í vanlukkuni.
Vanlukkan elvdi til stúran um trygdina í loftrúminum í býnum.
Áðrenn bannið kom í gildi, varð tað í mai bannað at selja dronur í kinesiska høvuðsstaðnum, eins og tað varð bannað at flúgva við dronu uttan loyvi.
Í serligum førum kann loyvi gevast at flúgva við dronu, eitt nú í sambandi við løgregluarbeiði ella vísindaliga gransking.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald