2026-11-15 10:23
Løgreglan kannar í løtuni eitt mál um svik á Facebook.
Talan er um ein persón, sum við falskum Facebook-brúkara hevur lýst eina Playstation til sølu og hevur fingið fólk at flyta sær pengar. Men tey fingu ongantíð tað, sum tey høvdu goldið fyri.
Løgreglan hevur fingið tríggjar fráboðanir um hetta - tvær fríggjadagin og eina leygardagin. Tveir av fráboðarunum høvdu flutt svikaranum nakrar túsund krónur, meðan tann triði ikki hevði flutt nakað.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini sigur, at løgreglan heldur seg vita, hvør stendur aftanfyri, men meira fær løgreglan ikki sagt um málið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald