Innanlands

- Tá tøknin og skipanin taka tíð frá undirvísingini"

Talgildar skipanir, so sum Kervi+, skulu stuðla undir undirvísingina og ikki gerast eitt endamál í sjálvum sær. Hetta vísir Jona Højsted, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, á. Millum annað krevur skrásetingin nógv meira tíð, enn bláa protokollin gjørdi.

- Hetta tekur nógv longur tíð enn at lata eina bók upp. Tá Eyðun Gaard, stjóri í Námi, sigur, at hetta einans tekur 5 minuttir, so er hetta 5 minuttir av hvørjum undirvísingartíma, í mun til 5 minuttir fyrst á morgni. Munurin er stórur, tá vit hugsa um, at vit hava alt ov lítla tíð saman við næmingunum frammanundan. At Kervi+ er ein betri skipan til hetta arbeiðið, fái eg meg illa at skilja (Mynd: skulabladid.fo)

- Hetta tekur nógv longur tíð enn at lata eina bók upp. Tá Eyðun Gaard, stjóri í Námi, sigur, at hetta einans tekur 5 minuttir, so er hetta 5 minuttir av hvørjum undirvísingartíma, í mun til 5 minuttir fyrst á morgni. Munurin er stórur, tá vit hugsa um, at vit hava alt ov lítla tíð saman við næmingunum frammanundan. At Kervi+ er ein betri skipan til hetta arbeiðið, fái eg meg illa at skilja (Mynd: skulabladid.fo)

2026-11-15 20:00 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Skúlablaðið: Sambært Undirvísingarstýrinum er Kervi+ ein lestrarfyrisitingarskipan, sum skal savna lærupall, samskifti og fyrisiting í eina felags skipan fyri føroyska undirvísingarverkið.

Skipanin skal millum annað hjálpa skúlum við skráseting av uppmøting, vísa tímatalvu og virksemi, vera samskiftispallur millum skúla, næmingar og foreldur, skrásetingarstaður til skoðsmál og próvtøl, samstundis sum hetta er ein skipan, ið hjálpir leiðslum við skráseting av næmingum og øðrum fyrisitingarligum arbeiði.

Tað er ymiskt, hvussu væl hendan skipanin er móttikin. Lærarar eru ymiskir, tí er tað eisini ymiskt, hvussu lætt vit hava tað við nýggjum skipanum.

Tað er sjálvsagt nógv lættari at síggja, um næmingur hevur nógva fráveru, tá vit hava eina skipan, ið telur hetta fyri okkum. Tó má sigast, at tann tíðin, ið verður brúkt til skráseting, er nógv longur, enn tíðin var frammanundan, tá vit høvdu bláu protokollina. Samanbera vit tíðina, ið brúkt varð til bláu protokollina, bæði til skráseting og samanteljing, so fer nógv meiri tíð til sama arbeiði við Kervi+.

- Við bláu protokollini var tað lærarin, ið hevði flokkin fyrsta tíma, sum skrásetti næmingauppmøtingina. Kom onkur næmingur ov seint, so var lætt at taka protokollina fram og gera eina viðmerking. Tað var eisini skjótt og ómakaleyst hjá næsta lærara at lata protokollina upp fyri at síggja, um nøkur broyting var frá morgunskrásetingini.

Nýggja skipanin krevur, at protokol verður førd hvønn tíma. Hetta ger, at lærarar byrja hvønn tíma við at tendra telduna, logga á og innrita. Hetta tekur nógv longur tíð enn at lata eina bók upp. Tá Eyðun Gaard, stjóri í Námi, sigur, at hetta einans tekur 5 minuttir, so er hetta 5 minuttir av hvørjum undirvísingartíma, í mun til 5 minuttir fyrst á morgni. Munurin er stórur, tá vit hugsa um, at vit hava alt ov lítla tíð saman við næmingunum frammanundan. At Kervi+ er ein betri skipan til hetta arbeiðið, fái eg meg illa at skilja.

Heimasetningur er eisini partur av Kervi+-skipanini. Hendan partin av skipanini eru vit rættiliga bundin at, tí hetta er vegurin hjá okkum lærarum at kunna heimini um tað, tey skulu kunnast um. Tá hesin parturin í skipanini ikki riggar, gerst okkara arbeiði trupult. Vit hava ikki aðrar tryggar skipanir, har vit kunnu senda somu boð til øll foreldur. Møguliga eiga vit at senda foreldrunum teldupost, soleiðis at tey eru kunnað um støðuna. Møguleiki er kanska eisini fyri at senda heimasetningin á teldupost. Um hetta er ein løtt ella knortlut mannagongd í Kervi+, veit eg ikki.

Tá próvtøl og met skulu gevast, sýnist skipanin at rigga væl. Møguliga eru onnur amboð í Kervi+, sum eg ikki kenni til, sum virka væl.

Talgildar skipanir skulu stuðla undir undirvísingina, ikki gerast eitt endamál í sjálvum sær. Tá lærarar brúka meira tíð til uppgávuna enn frammanundan, er neyðugt at steðga á og spyrja, um skipanin tænir skúlanum, ella um skúlin tænir skipanini. KT eigur at geva lærarum meira tíð til næmingarnar, ikki minni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder