Uttanlands

Washington D.C. skal vera 51. staturin: Málið samtykt í Umboðsmannatinginum

Málið verður tó ikki mett at hava breiða undirtøku í Senatinum

Fólk komu saman í mars at vísa sína undirtøku fyri ætlanini um at gera Washington D.C. til ein nýggjan amerikanskan stat (Mynd: EPA)

Fólk komu saman í mars at vísa sína undirtøku fyri ætlanini um at gera Washington D.C. til ein nýggjan amerikanskan stat (Mynd: EPA)

2021-04-23 13:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hósdagin atkvøddi ein meiriluti í amerikanska Umboðsmannatinginum fyri at gera Washington D.C. til stat nummar 51 í USA.

216 atkvøður vóru fyri, og 208 vóru ímóti. Málið væntast at fáa harða mótstøðu frá republikanarum í Senatinum, tá tað fer til viðgerðar har.

Demokratarnir hava meirilutan í Umboðsmannatinginum, og meirilutin sigur, at talan er um at rætta ein søguligan skeivleika yvirfyri Washington D.C.

D.C. stendur fyri District of Columbia, men økið verður ofta bert nevnt Washington. Tað er høvuðsstaðurin í USA. Talan er um um einasta økið á amerikanska meginlandinum, sum ikki hevur umboðan í Senatinum.

Verður Washington D.C. ein statur, skal hann hava tvey sæti í Senatinum, sum í dag hevur 100 sessir.

– Tað snýr seg um fólkaræði. Tað snýr seg um sjálvstýri. Tað snýr seg um rættin at atkvøða, skrivar leiðarin fyri demokratiska meirilutan í Senatinum, Chuck Schumer á Twitter.

Washington verður roknað sum ein av háborgunum hjá demokratunum, og tí er sannlíkt, at umboðini hjá Washington D.C. í Senatinum fara at vera demokratar, um økið verður gjørt til ein stat, skrivar Ritzau.

Hvør statur í USA hevur tvey umboð í Senatinum, óansæð hvussu stóran stat talan er um.

Fyri at fáa málið samtykt í Senatinum fer tað at krevja í minsta lagi 60 atkvøður. Býtið í Senatinum í dag er 50-50 millum flokkarnar. Um atkvøðubýtið er javnt, verður tað atkvøðan hjá varaforsetanum, í hesum førinum demokratiska Kamala Harris, sum verður avgerðandi.

Seinast talið á statum í USA varð víðkað var í 1959, tá Hawaii og Alaska komu afturat. Ein roynd varð tó eisini gjørd at gera Washington D.C. til ein stat í fjør, men málið fekk ein enda í Senatinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder