Mentan

Olaf 40 ár sum kongaligur leikari

Det kongelige Teater markerar í kvøld at 40 ár eru liðin síðan føroyski Olaf Johannesen trein inn á kongaliga pallin á fyrsta sinni.

(Mynd: kglteater.dk)

(Mynd: kglteater.dk)

2026-11-04 12:00 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tá Kongaliga Teatrið í kvøld sýnir leikin ‘Teatermaskinen’ í Skuespilhuset í Keypmannahavn, verður eisini markerað, at ein av leikarunum, føroyski Olaf Johannessen hevur verið knýttur at kongaliga leikhúsinum í heili 40 ár.

Morten Kirkskov, leikhússtjóri, skrivar soleiðis um Olaf í einum uppslagi á sosialu miðlunum í dag:

“Umframt at vera føddur við føroyskum og donskum blóði í æðrunum, renna sjáldsama væl útbygd leiklistarlig gen í sama kroppi. Olaf er við sínum viti, skynsemi, klovnasnildum, elastiska kropsburði og sínum óvanliga málførleika førur fyri at fáa alt tað tunga og trupla í leiklistini at síggja út sum spæl, eisini tá tað snýr seg um persónar við rótum djúpt niður í sálarmyrkrið.

Á Kongaliga Teatrinum hava vit gjøgnum árini havt gleði av hansara framúr framførslum í so ymiskum leiklutum sum ‘Engle i Amerika’ hjá Tony Kushner, ‘Gengangere’ hjá Henrik Ibsen, ‘Heksejagt’ hjáf Arthur Miller, ‘Puntila’ hjá Bertolt Brecht, ‘Cyrano de Bergerac’ hjá Edmond Rostand, bæði ‘Richard II’ og ‘Ricard III’ hjá William Shakespeare og ‘Timerne’ hjá Michael Cunningham.

Seinni í vetur kann Olaf upplivast saman við Lars Mikkelsen í ‘Slutspil’ hjá Samuel Beckett her í leikhúsinum.

Vit ynskja Olafi til lukku, og takka honum fyri hansara framúr listarliga átak gjøgnum hesi 40 árini.”

Herundir nakrar myndir úr myndagoymsluni hjá Portalinum:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder