Innanlands

 Uni verður leiðari fyri stjórnarskrivstovuna

Fyrrverandi journalisturin, tingmaðurin og ráðgevin fær nú leiðandi starv í Tórshavnar kommunu.

Uni Holm Johannesen saman við Jóan Peturi Hentze, kommunustjóra, og Elsu Berg, borgarstjóra (Mynd: Tórshavnar kommuna)

Uni Holm Johannesen saman við Jóan Peturi Hentze, kommunustjóra, og Elsu Berg, borgarstjóra (Mynd: Tórshavnar kommuna)

2026-11-05 09:24 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tórshavnar kommuna hevur sett Una Holm Johannesen sum deildarleiðara fyri Stjórnarskrivstovuna.

Uni er 36 ára gamal og er kandidatur í stjórnmálafrøði frá Syddansk Universitet. Hann hevur síðan tikið diplomútbúgving í leiðslu.

Uni hevur drúgvar royndir sum tíðindamaður og redaktørur í Kringvarpinum, umframt starvsroyndir sum ráðgevi í Vinnuhúsinum og fulltrúi frá Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum. Uni hevur eisini verið tingmaður.

Stjórnarskrivstovan heldur til í ráðhúsinum á Vaglinum. Deildin telur 11 fólk. 12 umsóknir vóru til starvið, skrivar kommunan.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder