Innanlands

130.000 fermetrar til vinnu á Ovara Hjalla

Byggifelagið Articon hevur nú handað økið til kommununa.

(Mynd: Aura Myndir)

(Mynd: Aura Myndir)

2026-11-04 15:48 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nýggja vinnuútstykking á Ovara Hjalla undir høllini við Tjarnir er nú liðug. Í gjár var økið avhendað, og í hesum sambandi skipaði Tórshavnar kommuna fyri hátíðarhaldi við Tjarnir, har røður vórðu hildnar.

Articon hevur verið høvuðsarbeiðstakari, og verkætlanin fevnir um 130.000 fermetrar við 48 vinnugrundstykkjum. Við útstykkingini fær kommunan eitt nýtt vinnuøki, ið liggur tætt við verandi vinnuøki á Hjalla, skrivar kommunan. 

- Tað skal vera gott at reka vinnu í Tórshavnar kommunu, og hetta er ein liður í tí. Skulu vit hava sterkt, gott og fjølbroytt vinnulív, mugu vit eisini skapa góðar karmar hjá fyritøkunum at reka og menna sítt virksemi. Tað er júst tað, vit vilja hava her á Ovara Hjalla, segði Elsa Berg, borgarstjóri m.a. í røðu síni.  

Fleiri myndir

[object Object](Mynd: Aura Myndir)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder