2026-11-05 07:54
Løgreglan støðgaði í gjár einum prutli í Havn, sum koyrdi heldur skjótt. Prutlið varð tikið inn á støðina og sett á rullifelt fyri at kanna um onkur ólóglig broyting varð gjørt á tað.
Prutlið varð mátað at kunna koyra heili 82 kilometrar um tímar. Talan var um eitt sokallað stórt prutl, har hægst loyvda ferðin er 45 kilometrar um tíman. Førarin fær eina bót, og helst verður okkurt lagt afturat revsingini, metir vaktleiðarin á løgreglustøðini í morgun.
Ferðsluløgreglan var í Vágum í gjárkvøldið og gjørdi kanningar. Fýra bøtur vórðu skrivaðar. Ein koyrdi uttan at hava koyrikortið uppi á sær, ein hevði ikki rætt til at koyra bil, ein hevði niðurslitin dekk og ein manglaði okkurt ljós á bilinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald