Mentan

Vokaltónleikur á Finsen í kvøld

Ernst Sondum Dalsgarð, Paula Danielsen og Ingibjørg Hansen syngja

2018-07-31 16:29 Author image
Tíðindaskriv

Í kvøld verður Aulan í Finsen karmur um serliga konsert við vokaltónleiki, har skráin fer at fevna um alt frá kirkjutónleiki til opera og sjálvskrivaðan føroyskan tónleik.

Tey luttakandi á konsertini vera tenorurin Ernst Stondum Dalsgarð, sopranirnar Paula Danielsen og Ingibjørg Hansen og klaverleikarin Søren Johansen.

Tey hildu eina konsert á ólavsøku í Havnar kirkju við opera- og klassiskum undirhaldstónleiki, men í kvøld verður skráin eitt sindur meira fjølbroytt við tað at sjálvskrivaður føroyskur tónleikur eisini verður við.

Ein av sangarunum, Paulu Danielsen, upplivdu vit eisini sum solosangara á vælvitjaðu konsertini undir Tinghúsinum ólavsøkudag.

Atgongumerki til konsertina í Finsen fáast við dyrnar.


Paula Danielsen sang á Tinghúsvøllinum ólavsøkudag

placeholder
placeholder