Lat okkum bara staðfesta beinanvegin, at Karl Weihe og Teresa Ovenberg eru framvegis á Paradise Hotel, men tað er ikki uttan dramatikk.
Hesa vikuna er ein ávís ósemja millum føroyingarnar á hotellinum, og ein avgerð hjá Karli fær Teresu at leggja ráð ímóti landsmanninum.
- Nú vil eg hava Karl út. Eg skal bara fina útav hvusu eg skal gera tað á bestan hátt, sigur Teresa Ovenberg.
Ein atkvøðugreiðsla ger, at luttakararnir Rasmus Skov og Jasmin Klaudia, sum júst er komin inn aftur, eru í vanda. Síðan skal aftur ein atkvøðugreiðsla millum tey bæði avgera, hvør sleppur at vera verandi á hotellinum.
Her roynir Teresa at tala fyri Rasmusi Skov. Í síðstu viku sóu vit sambandið millum teirra blíva meira romantiskt og tey gerast væl. Sí meira um tað niðast í greinini.
Rasmus Skov og Teresa Ovenberg (Mynd: Viaplay)
Karl Weihe og Rasmus Skov eru kappingarneytar, og sandavágsmaðurin vil gera alt fyri at fáa hann út, men Teresa vil hava, at Karl stuðlar henni í hesum.
- Tað er uppá tíðina at Karl stuðlar mínum uppskotum, mínum meiningum og lurtar eftir mær.
Men Karl er vísur í sínari søk, og vil hava, at tað er Rasmus sum rýkur heldur enn Jasmin.
Við at stinga knvín í hjarta hjá Rasmusi Skov er Karl Weihe við til at blaka flammuna hjá Teresu Ovenberg út (Mynd: Viaplay)
Nú skal Karl út
- Eg eri ekstremt skuffað av honum nú og eg síggi eina aðra síðu av honum. Eg var vís í at hann fór at hava mín rygg í hesum, greiðir hon frá í partinum og við Karl er hon meira kontant:
- Um tú atkvøður móti honum (Rasmus, red.), so hevur tú ikki meg longur her inni. So hava vit ikki hvønn annan aftaná, ger Teresa Ovenberg greitt.
Tá avtornaði var tað bara Teresa sum atkvøddi fyri Rasmus.
- Eg eri liðug við Karl, tí eg føli meg rættiliga býttan at eg havi gjørt so nógv fyri hann. Eg havi bjargað honum so hann og Nikoline kundu standa væl. Og at hann ikki kundi bjarga Rasmusi, so eg eisini stóð gott, Tað haldi eg vera ergiligt, sigur ein vónbrotin Teresa aftaná, at Rasmus er atkvøddur út av hotellinum.
(Mynd: Viaplay)
Les eisini: Teresa bjargaði sandavágsmanninum
- Eg skilji, at hann ynskir at spæla spælið og hugsar hvat er best fyri hann, men tað hevur gjørt, at eg ikki havi hug at at spæla saman við honum longur. Nú vil eg hava Karl út. Eg skal bara finna útav hvussu eg skal gera tað á bestan hátt.
Karl Weihe og Nikoline Kjær verða nu sædd sum sterkasta parið á Paradise Hotel í løtuni, og tí kann tað vera farligt hjá Teresu alt ov opið at spæla móti landsmanninum.
Sterka parið á Paradise Hotel, Nikoline Kjær og Karl Weihe (Mynd: Viaplay)
- Nú snakki eg honum eftir munninum. Karl er ein klókur maður, og um hann følir, at eg framvegis eri súr og skuffað, so kann hann finna uppá at blaka meg út, sigur Teresa Ovenberg.
Teresa kemur í vanda
Áðrenn flamman hjá Teresu, Rasmus Skov, tjekkaði út, fekk hann møguleika at geva einari av gentunum eina avgerð, sum kann tryggja henni at yvirliva. Teresa fær hendan møguleika og velur at vera friðað til næstu parceremoni. Hinvegin merkir tað eisini, at Teresa ongan partnara hevur fyribils og skal sova í einarúmi.
(Mynd: Viaplay)
Men síðst í triðja og seinasta parti hesa vikuna fær Teresa eina uppgávu, sum gerst avgerandi fyri um havnarkvinnan yvirlivir. Hon skal leggja eina mynd av hinum fýra gentunum á hotellinum í eina kistu. Um tann gentan, sum myndin er av, letur kistuna upp innan ein tími er farin, rýkur Teresa. Um onkur onnur letur hana upp, hevur Teresa klárað sína uppgávu, og tann sum hevur latið kistuna upp, rýkur.
Hvussu tað spælir av, síggja vit týsdagin tá ein nýggjur partur kemur út. Tað nærkast alsamt finaluvikuni, tá alt skal avgerast. Sjálv finalan verður víst 3. apríl.
Paradise Hotel sæst á Viaplay.
--
Heita romansan hjá Teresu
Í síðstu viku sá man eisini nógv til fríggjarí millum Teresu Ovenberg og Rasmus Skov, sum bleiv oyðilagt av partnaranum hjá Rasmusi, Maju Bebe.
Hetta endar í dramatikki í veitsluni um kvøldið, tá Maja Bebe brádliga vísir romantiskan áhuga fyri sjarmørinum, sum Teresa Ovenberg eisini er áhugað í.
Hetta kvøldið og dagin eftir vendir huglagið ímóti Maja Bebe og tá parcermemoni er seinni í vikuni reyk hon út. Nakað, sum Karl Weihe er øgiliga fegin um.
--
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald