Innanlands

Video: - Nógvir ókendir faktorar áðrenn valvikuna

Bústaðartrupulleikin er og eigur eisini at vera eitt høvuðsevni í valstríðnum, staðfestir Barbara Holm eftir kjakumfar í Reinsarínum í kvøld

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-03-21 23:16 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Tað merkist ógvuliga væl, at valvikan av álvara nærkast. Tað er nakað serligt yvir hesum.

Hetta kundi Barbara Holm staðfesta, stutt eftir at ábyrgdarstjórin og journalisturin á Frihedsbrevet hevði verið orðstýrari til kjakumfar á Reinsarínum, har tað var meira enn fullsett.

Frihedsbrevet skipaði fyri valfundinum, har tvey umfør vóru: Fyrst um búskaparstøðuna og raðfestingar og síðani um fosturtøku.

Sambært Barbaru Holm er høvuðsevni í valstríðnum tó eitt evni, sum var á breddanum her í síðstu viku - og sum eisini hevur verið nógv frammi serliga seinastu vikuna: Bústaðartrupulleikan

- Tað er eyðsæð ein vaksandi trupulleiki og nakað, sum man vil hava svar uppá.

Vit fingu eisini ábyrgdarstjóran at seta orð á, hvat kann væntast í næstu viku; tað er meira óútrokniligt enn vanligt vegna so nógvar leysar atkvøður og tvey val so tætt á hvønn annan.

Sì video ovast

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder