Innanlands

Fólkaflokkurin missir undirtøku, men framvegis størstur

Nýggjasta veljarakanningin hjá Portalinum/FM1 gevur Fólkaflokkinum 9 fólk á tingi – flokkurin er nú líka stórur, sum Javnaðarflokkurin var á seinasta vali. Tjóðveldi hevur yvirhálað Javnaðarflokkin aftur

Aksel V. Johannesen, løgmaður, og bróðursonurin Beinir Johannesen. Hóast undirtøkan hjá Fólkaflokkinum er minkandi í veljarakanningunum, stendur flokkurin framvegis at standa eftir sum stóri vinnarin av løgtingsvalinum hósdagin (Mynd: Sverri Egholm)

Aksel V. Johannesen, løgmaður, og bróðursonurin Beinir Johannesen. Hóast undirtøkan hjá Fólkaflokkinum er minkandi í veljarakanningunum, stendur flokkurin framvegis at standa eftir sum stóri vinnarin av løgtingsvalinum hósdagin (Mynd: Sverri Egholm)

2026-03-23 12:00 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fyri hálvumøðrum mánaði síðani stóð Fólkaflokkurin í veljarakanning til at fáa 13 fólk vald inn á ting. So gott spælir klaverið ikki longur, men Fólkaflokkurin er framvegis størsti flokkur.

Tað vísir nýggjasta veljarakanningin, sum varð gjørd í gjár.

26,6 prosent av Føroya fólki siga seg nú til at fara at seta kross sín fyri Fólkaflokkinum á løgtingsvalinum hósdagin.

Hetta er 7,7 prosentstig fleiri enn á valinum seinast og framvegis eitt avbera gott úrslit fyri flokkin. Men í mun til undanfarnu veljarakanningarnar, er undirtøkan fyri Fólkaflokkinu gingin støðugt afturá. Vit skulu heilt aftur til mai mánað 2024 fyri at finna eina kanning, sum vísir minni undirtøku fyri Fólkaflokkinum enn nú.

So fyri at taka samanum: Alt bendir á at Fólkaflokkurin, sum væntað, vinnur løgtingsvalið hósdagin. Men flokkurin sær ikki út til at gerast størri, enn Javnaðarflokkurin var við seinasta val. Veljarakanningin í dag gevur Fólkaflokkinum nett tað sama í prosentum, sum Javnaðarflokkinum fekk á valinum seinast.

Núverandi andstøðuflokkarnir hava sambært kanningini framvegis ein tryggan meiriluta á tingi – 19 móti 14.

Tjóðveldi góðan endaspurt

Tann flokkurin, sum gongur mest fram í hesi kanningini sammett við undanfarnar kanningar, er Tjóðveldi. Okkurt bendir á, at Tjóðveldi hevur ført eitt effektivt valstríð. Flokkurin stendur nú til at fáa 18,5 prosent av atkvøðunum, tað er ein framgongd á 0,8 prosent í mun til seinasta val, og varðveitir sínar seks tingsessir.

Miðflokkurin fær tríggjar tingsessir

Miðflokkurin stendur eisini til at fáa eitt gott val. 7,4 prosent er ein framgongd á 0,9 prosentstig í mun til seinasta val, og tað gevur trý fólk á løgting, eitt fleiri enn nú.

Miðflokkurin hevur ongantíð verið uppi á trimum fólkum í teimum kanningunum, sum eru gjørdar fyri Portalin síðan seinasta val.

Sambandsflokkurin støðugur

Næststørsti flokkur stendur til at gerast Sambandsflokkurin, sum fær 21,1 prosent av atkvøðunum, ið er ein framgongd á 1,1 prossentstig í mun til valið. Men tað útloysir ikki fleiri tingsessir, so Sambandsflokkurin stendur til at varðveita sínar 7 tingsessir, eins og flokkurin hevur gjørt í fleiri av teimum seinastu veljarakanningunum.

Javnaðarflokkurin minstur av teimum stóru

Taparin er framvegis Javnaðarflokkurin. Løgmansflokkurin er nú tann minsti av teimum fýra stóru flokkunum. Undanfarnu tvær kanningarnar hevur Javnaðarflokkurin megnað at liggja oman fyri Tjóðveldi, men tað ger hann ikki í hesi nýggju kanningini.

Javnaðarflokkurin stendur at fáa 17,4 prosent av atkvøðunum – ein afturgongd á 9,2 prosentstig – og tað gevur 6 tingsessir – tríggjar færri enn nú.

Framsókn missir og ongin umboðan til Sjálvstýri

Framsókn stendur nú til at missa 1,5 prosentstig í mun til seinasta val. Flokkurin fær 6 prosent av atkvøðunum, og missir tann triðja tingsessin.

Sjálvstýri stendur til at fáa 3 prosent av atkvøðunum, tað er eitt vet meira enn til seinasta val, og í roynd og veru tað besta úrslitið í veljarakanning yvirhøvyr síðan seinasta val. Men framvegis er tað ikki nóg mikið til at fáa umboðan á løgtingi.

Næstan 10. hvør ivast enn

Spyr.fo gjørdi veljarakanningina við at spyrja 700 fólk seinnapartin og tíðliga í gjárkvøldið. Av teimum spurdu er tað framvegis 9,9 prosent, sum siga seg ikki vita hvat tey fara at velja. 1,6 prosent siga seg ikki fara á val og 1 prosent siga seg fara at atkvøða blankt. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder