Mentan

Vilja hava Ísland og onnur aftur í Eurovision

Fimm lond - Niðurlond, Slovenia, Spania, Írland og Ísland boykotta Eurovision-sangkappingina í ár fyri at mótmæla ísraelska luttøku í kappingini, men tey eru vælkomin aftur, ger stjórin fyri Eurovision greitt

Martin Green, stjóri fyri Eurovision á tíðindafundi í Wien fríggjadagin (Mynd: Tobias Schwarz/AFP/Ritzau Scanpix)

Martin Green, stjóri fyri Eurovision á tíðindafundi í Wien fríggjadagin (Mynd: Tobias Schwarz/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-05-16 12:22 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í kvøld verður finalan í altjóða Eurovision-sangkappingini, sum í ár hevur verið uttan luttøku frá Niðurlondum, Slovenia, Spania, Írlandi og Íslandi. Men vónin er, at hesi londini koma aftur.

Tað sigur, stjórin fyri altjóða sangkappingina, Martin Green.

Les eisini: Fyri fyrstu ferð síðan 1997

– Viðvíkjandi okkara fimm familjulimum, hava vit gjørt teimum heilt greitt, at vit síggja fram til, at teir koma aftur.

– Bólturin liggur sjálvandi hjá teimum, tí tað er teirra avgerð, leggur hann afturat sambært Ritzau.

Niðurlond, Slovenia, Spania, Írland og Ísland hava boykottað Eurovision í ár fyri at mótmæla luttøkuna hjá Ísrael. Tað er orsakað av krígnum í Gaza.

Samrøður við hesi fimm londini halda fram, sigur Martin Green uttan at greiða nærri frá.

Seinastu árini hava verið mótmæli móti luttøkuni hjá Ísrael í Eurovision, men ísraelska sjónvarpsrásin KAN líkur treytirnar fyri luttøku í Eurovision, sigur European Broadcasting Union (EBU), sum er fyriskipari av sangkappingini.

Lagt verður afturat, at Eurovision er ein kapping millum public service-veitarar og ikki millum stjórnir.

Í ár er 70. ferð, at skipað verður fyri Eurovision. Ársins sangkapping verður hildin í eysturríkska høvuðsstaðnum Wien.

Les eisini: Øll norðurlond í Eurovision-finaluni


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder