2019-02-09 16:23
Í kvøld fer Kristina Bærendsen at royna seg í fyrru hálvfinaluni í íslendska grandprinum. Tað verður við lagnum “Ég á mig sjálv” ella “Eg eigi meg sjálvan á føroyskum”. Sangurin hevur fingið heitið “Mama said” á enskum.
Í sambandi grand prix kom videolag út fyrr í vikuni, har Kristina Bærendsen hevur leiklutin sum Barbie. Í upptøkuni omanfyri verður prátað við leikstjóran og eisini sæst hvussu nakrar av upptøkunum eru gjørdar.
Úrslitið sæst her:
Spennandi verður, um Kristina megnar at koma víðari úr undanumfarinum. Tað verður víst í Kringvarpinum frá klokkan 19.45.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald