Danskar skuldsetingar um, at russisk fregnartænasta stóð aftanfyri eina ætlaða drápsroynd móti ukrainskum rappara, eru uttan prógv ella hald í veruleikanum.
Tað skrivar russiska sendistovan í Danmark í eini viðmerking til Ritzau.
- Enn einaferð eru skuldsetingarnar móti Russlandi ikki undirbygdar við prógvum, men einans bygdar upp á niðurstøður og upplýsingar frá fregnartænastuni, sum ikki kunnu eftirkannast, verður sagt.
- Sum vanligt vilja danskir myndugleikar ikki leggja fram prógv fyri russisku íblandingini í hesum undarliga brotsverki, verður eisini sagt í russiska skrivinum.
Fregnartænastan PET og løgreglan upplýstu á einum tíðindafundi í gjár, at myndugleikarnir forðaðu fyri eini drápsroynd av einum ukrainskum rappara, Kyivstoner, ið er amerikanskur ríkisborgari, og skuldi halda konsert í Danmark í september.
Les eisini: Danir bidnir um at drepa ukrainskan rappara
Konsertin varð avlýst, tá løgreglan fekk frænir av, at ætlanin var at drepa tónleikaran undir konsertini.
Tveir mans við tilknýti til ólógliga felagsskapin Loyal to Familia vórðu í gjár fongslaðir í málinum.
Sendifólk víst av landinum
Seinni boðaði danski uttanríkisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, á tíðindafundi í løgmálaráðnum frá, at Danmark hevði givið russisku sendistovuni í Keypmannahavn boð um at senda verjufultrúanum á russisku sendistovuni heim innan sjey dagar eru farnir.
Síðani russiska álopið á Ukraina í 2022 er Russland fleiri ferðir skuldsett fyri at føra sokallað hybridkríggj móti Evropa.
Í svarinum frá russisku sendistovuni til Ritzau verður sagt, at donsku skuldsetingarnar um russiskar drápsætlanir einans er enn ein roynd at skapa ótta millum danir.
- Enn einaferð kann staðfestast, at Danmark ikki er sinnað at bera fram fakta. Vit uppliva eitt slag av ‘donskum modelli’, har tað í so at siga øllum óhugsandi málum finst okkurt ‘russiskt spor’, sum verður brúkt í einum propagandistiskum showi.
Víst verður eisini á eina hending í september, tá ein russisk fregatt skeyt tvey neyðbluss móti eini danskari tyrlu.
Endamálið við hesum er, sambært russisku sendistovuni, at “rættvísgera kósina við at draga kongsríkin inn í eina drúgva ósemju móti Russlandi”, sigur russiska sendistovan, sambært Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald