Innanlands

Rúsevni í bilinum og koyrdi ávirkaður í høvuðsstaðnum

Hesa vikuna hevur ferðsluliðið eisini gjørt kanningar í Suðuroynni, har 36 mál vórðu niðurskirvaði.

2026-11-20 09:32 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Dekk og lyktir sum ikki vóru í nóg góðum standi og so onkur prutl. 

Ferðsluliðið hjá løgregluni hevur verið í Suðuroynni og gjørt kanningar í tveir dagar, og omanfyrinevndu ting eru millum tey, sum eru komin burtur úr.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn í morgun sigur við miðlarnar, at ferðafólk á Smyrli varnaðust fyrr í vikuni, at ferðsluliðið var á veg. Harvið visti man, hvat klokkan hevði sligið, og so var at hyggja eftir bilinum.

Kortini vóru samanlagt 36 mál niðurskrivaði. Talan var í størri mun um smærri mál, men okkurt verktstað í oynni hevur havt úr at gera við at skifta lyktir.

Koyrdi ávirkaður - funnu rúsevni

Í gjárkvølduð varð ein bilførari steðgaður í høvuðsstaðnum, tí at illgruni var um, at viðkomandi koyrdi ávirkaður.

Soleiðis var eisini, og talan var um rúsevni: "Euforiserende stoffer".

Báðir persónarnir, sum vóru í bilinum, høvdu eisini eina lítla nøgd av rúsevnum á sær. Tann eini verður skuldsettur fyri at koyra ávirkaður av rúsevnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder