Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar nú móti ymiskum sløgum av mjøli, ið eru seld í føroyskum handlum, har vandi er fyri, at vøran inniheldur blámusoppaeitur – myoktoxinir.
Tað er danska felagið Valsemøllen A/S, sum afturkallar vørurnar. Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur spurt handlar hvørji sløg eru seld í Føroyum.
Talan er um vørur sum eru farnar av dato, men um borgarar framvegis hava hesar vørur, verður mælt til at fara aftur við teimum haðani tær eru keyptar ella at beina tær burtur.
Talan er um hesar vørur:
Valsemøllen Dansk Hvedemel, 2 kg, stikukota 5701075203659, best áðrenn 15.09.2026
First Price Hvedemel, 2 kg, strikukota 7311041073445, best áðrenn 01.09.2026 / 15.09.2026
Valsemøllen Manitoba, 1,7 kg, strikukota 5701075203239, best áðrenn 29.09.2026
Valsemøllen Tipo00, 1,7 kg, strikukota: 5701075203260, best áðrenn: 29.09.2026
Falkemel, 2 kg, strikukota: 5701075006328, best áðrenn: 15.09.2026 (Kann verða seld í Føroyum)
Valsemøllen Manitoba, 1,7 kg, strikukota: 5701075203239, best áðrenn: 01.09.2026 / 29.09.2026
Valsemøllen Tipo00: 1,7 kg, strikukota: 5701075203260, best áðrenn: 01.09.2026 / 29.09.2026 (Kann verða seld í Føroyum)
Mamone Hvedemel, 2 kg, strikukota: 5712870759432, best áðrenn: 01.09.2026 / 15.09.2026 / 29.09.2026 (Kann verða seld í Føroyum)
Mamone Bagehvedemel, 2 kg, strikukota: 5712876523587, best áðrenn: 01.09.2026 / 29.09.2026 (Kann verða selt í Føroyum)
Budget Hvedemel, 2 kg, strikukota: 5712871868133, best áðrenn: 29.09.2026 (Kann verða selt í Føroyum)
Rema1000 Hvedemel, 2 kg, strikukota: 57058300165631, best áðrenn: 01.09.2026 / 15.09.2026 / 29.09.2026
Rema1000 Hvedemel, 2 kg, strikukota: 57058300165631, best áðrenn: 15.09.2026
Tað er vandi fyri at mykotoxinir (blámusoppaeitur) er í vørunum, og kann hetta hava ein heilsuligan váða við sær. Talan er ikki um bráfeingis (akuttan) heilsuligan váða. Kunning um mykotoxinir kann síggjast á hesi leinkju: Mykotoksiner - Fødevarestyrelsen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald