Plátufelagið Tutl hevur í hesi vikuni givið út staklagið “Tusund stykkir”, sum sangarinnan Margit syngur.
‘Túsund pettir’ er eitt tøkulag hjá Anne Linnet. Sangurin lýsir, hvussu trupult tað kann vera at síggja vón, tá ein er merktur av ótta, longsli og hjartasorg. Tá lívið er trupult, fáa vit ofta eina nýggja fatan av veruleikanum og læra so smátt at skilja ímillum, hvat er satt og hvat er ósatt. Tó er boðskapurin í sanginum vónríkur. Hóast alt kann ganga galið, og hjartað kann skarast í túsund stykkir, hvørvur satt vinalag og umsorgan ikki.
Sangurin leggur dent á, at sjálvt um eitt samband endar, so nýtist alt tað góða millum tvey menniskju ikki at fara fyri einki. Tvørturímóti kunnu virðing, trúfesti og kærleiki liva víðari og geva styrki í ringum tíðum.
‘Túsund pettir’ er sungin av Margit og framleiddur av Alvin Ellebye. Steintór Rasmussen týddi sangin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald