2018-07-06 10:41
Nýggja staklagið og videolagið hjá Heiðrik á Heygum "Black for the Occasion" er komið út í dag.
Lagið eitur "Black for the Occasion", og er frá plátu hansara Funeral við nýggjum hami.
Videolagið er leikstjórnað av Heiðriki sjálvum og er filmað í Reykjavík. Tað er kendi kabarettsjónleikarin Le Pustra frá Berlin, ið framførir í videolagnum.
Videolagið tekur íblástur frá tekstinum og frá stumfilmum frá 1920unum. Hetta er fimta videolagi frá plátuni hjá Heiðriki.
Heiðrikur verður at hoyra á Summarfestivalinum fríggjadagin 10. august.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald