Myndugleikarnir á russiskt-hersettu Krim-hálvoynni hava lýst undantaksstøðu í økinum, upplýsir guvernørurin, Sergej Aksjonov.
Undantaksstøðan loyvir guvernørinum at finna eina skjóta loysn á uppgávur, sum skulu tryggja støðugan rakstur av øllum geirum og minka um avleiðingarnar av ukrainskum álopum, sigur guvernørurin uttan at greiða nærri frá.
Trot á brennievni og streymslit í kjalarvørrinum á ukrainskum álopum á undirstøðukervi ávirka m.a. hálvoynna, skrivar Ritzau.
Hetta ávirkar eisini ferðavinnuna í oynni, og summarlegur eru avlýstar, meðan øll søla av brennievni er steðgað.
Ukraina hevur seinastu tíðina hert álopini í økinum, sum Ukraina sigur er eitt rættvíst aftursvar til nærum dagligu russisku álopini á sivilfólk og orkuundirstøðukervi.
Russiska verjumálaráðið upplýssir í dag, at umleið 660 ukrainskar dronur eru skotnar niður bæði yvir Krim og høvuðsstaðin Moskva.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald