Uttanlands

Lítið flogfar fleyg inn í háhús í Beijing

Talan er um 528 metrar høga CITIC Tower, hægsti bygningur í kinesiska høvuðsstaðnum – Enn eru ongar fráboðanir um fólkaskaðar

(Mynd: Peter Catterall/AFP/Ritzau Scanpix)

(Mynd: Peter Catterall/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-06-26 16:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eitt lítið flogfar fleyg í dag inn í hægsta bygningin í kinesiska høvuðsstaðnum Beijing, skrivar Ritzau, sum endurgevur amerikanskar miðlar.

Talan er um 528 metrar høga CITIC Tower, eisini kent sum China Zun. Bygningurin varð liðugur í 2018 og er høvuðssæti hjá CITIC Group-samtakinum, sum m.a. arbeiðir innan fígging og fastogn.

Fólk eru flutt úr bygninginum við sjúkrabili, og løgregla og sløkkilið eru eisini á staðnum. Fleiri vegir kring bygningin eru stongdir, og løgreglan hevur forðað fólki í at taka myndir og heitt á tey, sum longu hava tikið myndir um at strika tær.

Myndir vísa skaðar uttast á bygninginum, har tvær glasplátur hava fingið skaða.

Enn eru ongar fráboðanir um fólkaskaða.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder