Uttanlands

Nýtt hitamet sett í Týsklandi

Í Stórabretlandi og Sveis vórðu hitamet eisini sett

Frankfurt am Main, Týskland (Mynd: Kirill Kudryavtsev/AFP/Ritzau Scanpix)

Frankfurt am Main, Týskland (Mynd: Kirill Kudryavtsev/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-06-27 11:31 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hitabylgja herjir í Evropa, og í gjár varð nýtt hitamet sett í Tysklandi, har 41,3 stig vórðu skrásett.

Metið varð sett í statinum Saarlands í útsynningspartinum av landinum seinnapartin í gjár.

Gamla metið er frá 25. juli 2019, tá hitin kom upp á 41,2 hitastig, skrivar Ritzau.

Í Stórabretlandi varð nýtt hitamet fyri juni eisini sett triðja dagin á rað.

Í bygdini Santon Downham í West Suffolk í eystara parti av Englandi, vórðu skrásett 37,3 stig, sum tók metið frá hósdegnum, har hitin kom upp á 36,7 stig. Mikudagin varð eisini met sett í Stórabretlandi.

Í Sveis varð eisini nýtt hitamet sett, tá 38,8 stig vórðu skrásett í býnum Basel.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder