Í mai í ár vóru liðin 15 ár, síðan Karstin S. Wang varð settur í starv hjá Kvívíkar kommunu, og hesin starvsdagurin varð hátíðarhildin við hugnaligari løtu fyri starvsfeløgum og nærmastu familjuni á skrivstovuni hjá kommununi.
Borgarstjórin, Hans Jóhann Sørensen, handaði Karstini blómur og gávu.
Í 15 ár hevur Karstin verið ein virkin og álítandi partur av arbeiðstoyminum hjá kommununi, skrivar Kvívíkar kommuna.
Millum annað hevur Karstin røkt kavaruddingina øll hesi árini og hevur lagt nógv arbeiði í at tryggja góðar umstøður fyri borgarar og ferðslu, og gjøgnum sítt langa starv hevur hann eisini fingið eina breiða og virðismikla vitan um tey mongu arbeiðini, sum hoyra til arbeiðið sum kommunumaður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald