Innanlands

Vágs kommuna dagførir spæliplássini í kommununi

Í vikuni var nýggja spæliplássið við Eikilund tikið í nýtslu

Mynd: Vágs kommuna

Mynd: Vágs kommuna

2019-06-05 11:53 Author image
Ari av Rana
placeholder

Í vikuni varð nýggja spæliplássið við dagstovnin Eikilund í Vági tikið í nýtslu, soleiðis at umstøðurnar hjá børnum og barnsligum sálum við Eikilund nú eru vorðnar munandi betur.

Við dagstovnin Eikilund hevur frammanundan verið eitt spælipláss, men ynski hevur verið um at víðka um spæliplássið og hetta arbeiðið byrjaði farna heyst. Spæliplássið fevnir m.a. um sjórænaraskip við ymiskum avbjóðingum og møguleikum, bæði til klatring, skreiða, ganga á bandi os.fr. Eisini eru reiggjur og annað sett upp á nýggja spæliplássinum – eins og myndirnar niðanfyri vísa. Undirlagið er alt góðkent fallundirlag.

Við spæliplássið er eisini ein sparkivøllur við pláss til áskoðarum – og verður seinni í summar graslíkið lagt á hetta økið, sum børnin dáma hugna sær óført á.

Býráðið hevur seinastu árini miðvíst raðfest at betra um umstøðurnar hjá børnum og ungum í Vágs kommunu, hetta er ein liður í tí arbeiðinum. Og í ár verður eisini farið undir at fyrireika dagføring av spæliplássinum mitt í býnum, skrivar Vágs kommuna.

Eins og á so nógvum økjum í kommununi, so er tað dugnaliga toymið á tekniska økinum, sum hevur staðið fyri at gera spæliplássið við Eikilund.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder