placeholder
Innanlands

Uttanríkis- og vinnumálaráðnum søkir deildarstjórar

Aðalráðið søkir deildarleiðarar til vinnudeildina og til uttanríkistænastuna

2018-07-17 11:25 Author image
Ari av Rana
placeholder

Uttanríkis- og vinnumálaráðið lýsir í løtuni við tveimum tøkum størvum í aðalráðnum. Lýst verður eftir deildarstjórum til vinnudeildina og til uttanríkistænastuna.

Talan er um tvey týðandi størv í aðalráðnum, har deildarstjórin í vinnudeildini leiðir arbeiðið sum fevnir um eitt nú alimál, ferðavinnu, handilsmál, útlendinga- og integrasjónsmál, sjóvinnumál og vinnumál. Deildarstjórin í vinnudeildini hevur tætt samband við eitt nú Vinnustovnin, Brúkaraumboðið, Heilsufrøðiligu starvsstovuna, P/F Føroya Tele, P/F Atlantic Airways og P/F Visit Faroe Islands.

Deildarstjórin í uttanríkistænastuni leiðir arbeiðið av uttanlandsmálum so sum handilsviðurskiftum, altjóða lóg, haværtti og umsiting av altjóða sáttmálum.  Uttanríkistænastan varðar av limaskapum í fleir- og millumtjóðafelagsskapum so sum IMO, UNESCO, Arktiska Ráðnum umframt veiðifelagsskapum eitt nú NEAFC, NAFO og NASCO. Deildarstjórin í uttanríkistænastuni skipar eisini arbeiðið mótvegis føroysku sendistovunum.

Umsóknarfreist til bæði størvini er 3. august, og tey verða sett skjótast gjørligt.

Sí meira her:

Starv sum deildarstjóri á vinnudeildini

Starv sum deildarstjóri í uttanríkistænastuni

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder