Uttanlands

USA og Russland jalig eftir fund í Moskva

Russiski forsetin og amerikonsku sendifólkini fundaðust í tríggjar tímar leygarkvøldið.

Russiski forsetin, Vladimir Putin tekru ímóti amerikonsku sendifólkunum, Steve Witkoff og Jared Kushner (Mynd: AFP/Ritzau Scanpix)

Russiski forsetin, Vladimir Putin tekru ímóti amerikonsku sendifólkunum, Steve Witkoff og Jared Kushner (Mynd: AFP/Ritzau Scanpix)

2026-09-06 10:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Bæði Russland og USA boða eru jalig eftir fundin millum russiska forsetan, Vladimir Putin og amerikonsku sendifólkini Steve Witkoff og Jared Kushner í russiska hvøuðsstðanum Moskva leygarkvøldið.

Teir fundaðust í tríggjar tímar, og sambært Jurij Usjakov, ráðgeva hjá Putin, var talan um ein nýtiligan og uppbyggjandi fund.

Sendifólkini vóru væl fyrireikað, og boðaðu ikki bert frá ynskinum um at fáa ein enda á stríðnum men komu eisini við fleiri hugskotum um, hvussu ein avtala kann fáast í lag, sigur Usjakov uttan at koma nærri inn á, hvat hugskotini snúðu seg um.

Í fráboðan frá Hvítu Húsunum eftir fundin verður sagt, at partarnir tosaðu um næstu stigini fyri at enda kríggið í Ukraina.

Meira verður upplýst komandi vikurnar, og gleða Kushner og Witkoff seg til eins góðar fundir í Ukraina, verður sagt.

Amerikonsku sendifólkini skulu í dag hitta ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj í ukrainska høvuðsstaðnum Kyiv, skrivar Ritzau.

Les eisini: Putin: Eingi álop á Kyiv í tríggjar dagar


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder