Innanlands

Fjølmentanarvikan verður sett í Bø í kvøld

Endamálið við fjølmentavikuni er at fagna, fevna og varpa ljós á mentanarliga fjølbroytni í Føroyum.

(Savnsmynd: Niclas Heri Jákupsson)

(Savnsmynd: Niclas Heri Jákupsson)

2026-10-23 16:04 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í ár eru kommunurnar í Vágum vertir, tá ið Fjølmentanarvikan verður sett. Setanin verður í kvøld, fríggjakvøldið 23. oktober klokkan 18 í Bátasmiðjuni í Bø.

Á skránni verða røður, sangur og Pakkhúsið borðreiðir við munnbitum.

Fjølmentanarvikan er síðstu vikuna í oktober. Endamálið er at fagna, fevna og varpa ljós á mentanarliga fjølbroytni í Føroyum. At skapa eitt fjølment samfelag krevur bæði opinleika og samstarv, og við setanini og fjølmentanarmáltíðini vilja kommunurnar í Vágum geva fólki høvi at hittast tvørtur um mál og mentanir.

Í vikuni verða fleiri fjølmentanartiltøk kring alt landið. Meira á Facebookvanganum hjá Fjølmentavikuni. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder