Innanlands

Ungu valevnini kláraðu seg væl

Beinir Johannesen, Barbara G. Apol, Hervør Pálsdóttir og Bjarni K. Petersen kláraðu seg væl á fólkatingsvalinum

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2019-06-06 06:32 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

Endaliga úrslitið av fólkatingsvalinum er komið, og tað er greitt, at fleiri ung valevni kláraðu seg heilt væl. 

Beinir Johannesen fekk 677 atkvøður og endaði nummar fimm á listanum hjá Fólkaflokkinum. Beinir Johannesen er 22 ára gamal, men hevur longu sitið í Klaksvíkar býráð fyri Fólkaflokkinum í nøkur ár. 

Barbara Gardlykke Apol gjørdist kanska størsti vinnarin av ungu valevnunum, hóast hon fekk færri atkvøður enn Beinir Johannesen. Hon fekk 394 atkvøður, men gjørdist nummar 3 á listanum hjá Javnaðarflokkinum. Tí eru sannlíkindir fyri, at hon kann koma at sita sum varðafólk á Fólkatingi. 

Hervør Pálsdóttir fekk 223 atkvøður á listanum hjá Tjóðveldi. Hon gjørdist nummar sjey á listanum hjá Tjóðveldi. Men hon lá frammanfyri bæði landsstýrisfólk og tingfólk á listanum. Kristina Háfoss, Katrin Kallsberg, Ingolf S. Olsen og Pauli Trond Petersen lógu øll aftanfyri Hervør Pálsdóttir, meðan Annita á Fríðriksmørk einans fekk 10 atkvøður meira enn Hervør Pálsdóttir. 

Bjarni K. Petersen lá nummar eitt á listanum hjá Framsókn. Hann fekk 147 atkvøður og lá frammfyri Poul Michelsen, Honnu Jensen og Ruth Vang. Samanlagt fekk flokkurin 639 atkvøður, so 147 atkvøður eru nógvar, tá hugsað verður um hettar. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder