
Fyri tíð síðani flutti Ungdómshúsið í Sunda kommunu í nýggj høli í Skúlanum á Oyrarbakka. Ungdómshúsið hevur itið Garnhúsið, tí hildið varð til í Garnhúsinum á Oyri, men av tí at tað nú er flutt, halda tey í kommununi, at tíðin er komin at finna eitt nýtt og hóskandi navn til ungdómshúsið, skrivar heimasíðan hjá kommununi.
Í hesum sambandi verður skipað fyri navnakapping.
Ynskiligt er at fáa eitt navn, sum fellur væl og sum møguliga samljóðar við virksemi og/ella staðseting á tilboðnum, og freistin hjá fólki at senda inn uppskot er 10. mai.
Vinnarin av navnakappingini fær ein gávukekk á 1.000 krónur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald