Innanlands

Unga Tjóðveldið fingið nýggja landsnevnd

Í ungmannafelagnum gleðast tey um at hava fingið eina stóra og fjølbroytta landsnevnd, sum hevur limir úr fleiri økjum í landinum, og sum er væl umboðað av báðum kynunum

Á myndini frá vinstru: Brynjar Levi Stóra, Villiam Meier, Ásgerð Stenberg Olsen, Jógvan Jón Henriksen, Jóhannis Erlendsson, Marta Djurhuus Hammer, Tinna Andriasardóttir Jacobsen, Anna Maria Venned, Bjørg Hoydal Brimnes. Krista Krossá Johansen vantar á myndini (Mynd: Unga Tjóðveldi)

Á myndini frá vinstru: Brynjar Levi Stóra, Villiam Meier, Ásgerð Stenberg Olsen, Jógvan Jón Henriksen, Jóhannis Erlendsson, Marta Djurhuus Hammer, Tinna Andriasardóttir Jacobsen, Anna Maria Venned, Bjørg Hoydal Brimnes. Krista Krossá Johansen vantar á myndini (Mynd: Unga Tjóðveldi)

2023-05-25 13:12 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

22. apríl hevði Unga Tjóðveldið landsfund, har nýggj landsnevnd varð vald, og nevndin sær nú soleiðis út:

Jóhannis Erlendsson, formaður
Marta Djurhuus Hammer, næstforkvinna
Jógvan Jón Henriksen, kassameistari
Tinna Andriasardóttir Jacobsen, skrivari
Ásgerð Stenberg Olsen, nevndarlimur
Bjørg Hoydal Brimnes, nevndarlimur
Brynjar Levi Stóra, nevndarlimur
Villiam Meier, umboð fyri Suðurstreymoyar Unga Tjóðveldið
Anna Maria Venned, tiltakslimur
Krista Krossá Johansen, tiltakslimur

Í tíðindaskrivi skrivar ungmannafelagið, at tey gleðast um at hava fingið eina stóra og fjølbroytta landsnevnd, sum hevur limir úr fleiri økjum í landinum, og sum er væl umboðað av báðum kynunum.

Eisini nevnir landsnevndin hvørji mál, hon ætlar at leggja serligan dent á komandi árið.

Landsnevndin í Unga Tjóðveldi heldur m.a., at tað er sera umráðandi, at tryggja lærlingavirðiligar umstøður og eina løn, tey kunnu liva fyri. Eisini skal ferð setast á arbeiðið at framleiða føroyskt undirvísingartilfar til lesandi á miðnámi.

Umframt hetta skulu møguleikarnir fyri hægri lesnað í Føroyum víðkast, lesandi undir 18 ár skulu fáa sama studning sum onnur undir somu útbúgving, og fleiri leigubústaðir og alment gagnligir bústaðir skulu byggjast. Bústaðarmarknaðurin skal verða fjølbroyttur, við t.d. eigara-, leigu- og lutaíbúðum, heldur nevndin.

Eisini ætla tey at arbeiða fyri, at ung fáa virðiligar umstøður á arbeiðsmarknaðinum og fáa kunning um teirra rættindi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder