The Green Book er ein amerikansk drama komedia, sum Peter Farelly (Shallow Hal, Something About Mary) hevur leikstjórnað, og byggir á eina veruliga søgu. Vit eru í 1962 í USA, og síggja óvæntaða vinalagið millum hvíta Tony “Lip” (Viggo Mortensen) úr arbeiðaraklassanum og hin lærda Dr. Don Shirley (Mahershala Ali). Don Shirley er ein klassiskur pianistur, og hevur sett Tony í starv sum bilførara, tí hann skal á konserferð í suðurstatunum.
Tá á døgum var rasuskilnaður enn rættiliga vanligt í suðurstatunum, og filmurin vísur stríðið hjá Dr. Shirley at fáa viðurkenning sum ein myrkur tónleikari. Størsta avbjóðingin sýnist tó at vera sjálvur túrurin, tí Tony og Shirley hava nógvar fordómar um hvønn annan, men sum frá líður finna teir útav at teir eru nógv meira líkir enn ymiskir. Boðskapurin sýnist at vera, at vit ofta hava meira til felags enn vit halda, tí at vit øll eru menniskju.
Filmurin er bygdur á samrøður við veruliga Tony, umframt brøv sum hann sendi konuna hjá sær gjøgnum túrin. Hóast hetta vinarlagið helst var sindur minni Hollywood kent í veruleikanum, er frágreiðingin enn sannførandi, og filmurin er trúgvur móti veruleikanum og vísur hvussu samfelagið var tá á døgum.
Eitt nú heitið “The Green Book” kemur frá eini veruligari bók. The Green Book er ein bók sum var ætlað myrkum fólkum, so tey kundu finna útav hvørji støð vóru negaravinarlig, tí sundurskiljing millum rasur jú var púra vanligt tá.
Men hóast tung evnir vera viðgjørd, er filmurin ikki grundaður á tilburðargondina. Heldur er hann karakterdrivin og snýr seg mest um sambandið millum høvuðsleiklutirnir. Hann byrjar einkult, men verður meira og meira nuanseraður. Hetta er nógv meira enn ein “hygg hvussu synd tað er í myrkum fólkum filmur”.
Sjónleikarliga hevur The Green Book eisini nakað at bjóða uppá, og Viggo Mortensen spælir betri enn hann hevur gjørt í nógv ár. Hann hevur eisini fingið viðurkenning fyri hesa framførsluna, og bleiv tilnevndur ein Oscar fyri besta manniliga høvuðsleiklut. Umframt hetta, vann Mahershala Ali ein Golden Globe í ár fyri bestu mannliga hjáleiklut fyri sín leiklut.
Og hetta eru ikki einastu virðislønir sum The Green Book hevur fingið ella verið tilnevnt til. Hann vann tilsamans tríggjar Golden Globes, m.a fyri besta upprunaliga leikrit og besta film.
Eisini er hann blivin tilnevndur heili fimm Oscars. Osarhandanin var í nátt, og filmurin vann Oscarheiðursløn fyri besta film, besta leikrit. Harumframt vann Mahershala Ali Oscarheiðursløn fyri besta mannliga hjáleiklut.
Sum nevnt hevur The Green Book fingið nógva viðurkenning fyri sítt leikrit, men hóast hetta, er enn talan um ein film í feel good stílinum, har man ikki skal vænta tað óvæntaða. Tó hevur filmurin nógv at bjóða uppá, og man kann enn vænta sær eina góða uppliving av honum.
The Green Book er ein filmur sum snýr seg um vinarlag rasuskilna. Hann hevur nógv at bjóða uppá, bæði viðvíkjandi sjónleik og leikrit, umframt at hann viðgerð evnir enn eru viðkomandi í dag, bert í einum øðrum hami.
Filmurin verður vístur í Havnar Bio.
The Green Book (3/5)
Les eisini: "Green Book" er besti filmur í ár
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald