Týski høgraflokkurin Alternative für Deutschland (AfD) gjørdist stóri vinnarin á valinum í týska statinum Sachsen-Anhalt í gjár.
AfD fekk 43,8 prosent av atkvøðunum, sum er ein framgongd á 23 prosent í mun til seinasta val í 2021, men sum tó ikki er nóg mikið til at fáa meirilutan í tinginum.
Við hesum úrslitinum fær flokkurin 39 av 83 sessum í landspartatinginum hjá Sachsen-Anhalt, sum liggur í eystara parti av Týsklandi við umleið 2,1 millión íbúgvum. Á seinasta vali fekk flokkurin 23 sessir.
Nummar tvey á valinum gjørdist konservativi flokkurin CDU, sum er flokkurin hjá sitandi stjórnarforsetanum, Sven Schulze og hjá týska samveldiskanslaranum, Friedrich Merz.
CDU fekk 17,2 prosent av atkvøðunum í mun til 37,1 prosent á seinasta vali, og bert 15 tingsessir í mun til 40 á seinsta vali. Talan er um eitt søguliga lágt úrslit sambært miðlinum NPR.
Hvør framyvir verður stjórnarforseti í statinum er ógreitt.
Kanna møguleikarnar
Ulrich Siegmund, fremsta valevnið hjá AfD í Sachsen-Anhalt sigur, sambært Ritzau, at flokkurin nú fer at kanna, hvør kann stuðla flokkinum í at skipa stjórn í statinum.
Hann sigur, at nógvir konservativir politikarar skilja politikkin hjá AfD, sum m.a. er sera atfinningarsamur mótvegis tilflytarum og ES, og sum ynskir tættari samstarv við Russland.
Higartil hava aðrir flokkar noktað at samstarva við AfD, men Thomas Sculze, fremsta valevnið hjá vinstraflokkinum BSW, sum fekk 5,3 prosent av atkvøðunum, sigur, at har eru øki, har flokkarnir kunnu samstarva.
AfD er í fimm statum, harímillum Sachsen-Anhalt, flokkað sum "høgraviðgongdur felagsskapur" av týsku fregnartænastuni.
Sambært BBC hevur eingin viðgongdur høgraflokkur stjórnað einum týskum stati síðan seinna heimsbardaga.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald