Mentan

Tvíburðar føddir á hvør sínari oyggj

Skálafólk syngja jólini inn við frásøgu í kirkjuni frá Sylverius Jacobsen

2019-12-04 18:32 Author image
Innsent
placeholder

Sunnudagin verða jólini sungin inn í Skála kirkju, og tá verður høvi at hoyra leirvíkingin Sylverius Jacobsen greiða frá. Sylverius giftist til Skála, og hevur í meira enn 40 ár verið eyðsýndur í bygdalívinum sum heild bæði innan ítrótt, stevnur, tiltøk av ymiskum slagi og ikki minst tí andaliga partinum. Fyrikomandi, hjálpsamur, dugnaligur og virkisfúsur er hann og hevur ongantíð sett ljós sítt undir skeppumálið.

Umframt so nógv annað, er hann eisini deknur og hevur verið sera virkin í Meinigheitshúsinum, so hansara ramliga og eyðkenda rødd er javnan at hoyra til boðan av gleðiboðskapinum.

Hesaferð verður høvi at hoyra hann hava jólahugleiðingar, og man hann ikki fara at taka onkur barnaminni fram og annars okkurt spennandi, sum hann hevur upplivað á lívsleiðini – m.a. at hann og tvíburðabeiggin, Marius, eru føddir á hvør sínari oyggj …!

Á skránni verður eisini nógvur felagssangur – kendir jólasangir – sungnir við góðum tónleiki afturvið, sum lokalir tónleikarar taka sær av. Streingjakórið í Meinigheitshúsinum syngur tveir sangir og verður eisini við í eini kórløtu, har kórið, saman við øllum kirkjufólkinum fer at royna seg sum eitt stórt fleirraddað “kirkjukór”, sum saman syngur tríggjar kendar jólasangir. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder