Innanlands

Tvey harðskapsmál í nátt

Løgreglan heldur seg vita, hvør framdi harðskapin, og málini verða kannað nærri.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-10-31 09:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Løgreglan kannar í løtuni tvey harðskapsmál frá náttarlívinum í nátt.

Í báðum førum heldur løgreglan seg vita, hvør framdi harðskapin, men hvørjar skaðar teir órættaðu hava fingið, veit løgreglan ikki at siga, tí enn hevur hon ikki fingið afturmeldingar frá teimum órættaðu.

Í einum føri er ein persónur sligin í andlitið, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn, sum ikki fær upplýst meira um málini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder