Uttanlands

Danskur milliardingur tryggjar framtíðina hjá rakettstøðini í Hetlandi

SaxaVord Spaceport hevur fingið tilsamans 60 milliónir pund - 535 milliónir krónur - í íløgu.

(Mynd: SaxaVord Spaceport)

(Mynd: SaxaVord Spaceport)

2026-10-30 16:06 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

SaxaVord Spaceport á Unst í Hetlandi hevur nú tryggjað sær fígging til at menna støðina til at kunna fremja tær fyrstu rakettútskjótingarnar.

Støðin hevur fyrr fingið 30 milliónir pund frá bretsku stjórnini, og nú kemur ein privatur íleggjari við 30 milliónum pundum afturat. 60 milliónir pund svarar til 535 milliónir av okkara krónum.

Privati íleggjarin er ein grunnur, kallaður Wild Wentures, sum er partur av danska Heartland-samtakinum hjá danska milliardininum, Anders Holch Povlsen.

Fíggingin er eitt týðandi stig fyri SaxaVord, sum er fyrsta og higartil einasta rúmdarstøðin í Bretlandi við loyvi til at skjóta rakettir út í rúmdina. Støðin hevur myndugleikaloyvi til upp í 30 útskjótingar um árið, og skal ætlandi hýsa fleiri ymiskum rakettfeløgum.

Peningurin skal millum annað brúkast til at gera tríggjar útskjótingarpallar lidnar, byggja út skipanirnar til stýring av rúmdarferðum og fullføra eina høll til samanseting og fyrireiking av rakettum.

Fyrstu útskjótingarnar nærkast

Ætlanin var, at týska rakettfelagið Rocket Factory Augsburg (RFA) skuldi standa fyri fyrstu útskjótingini í august ella september í ár, men útskjótingin varð útsett orsaka av óvæntaðum trupulleikum. Eitt annað týskt felag, HyImpulse, hevur eisini boðað frá ætlanum um at skjóta rakettir upp frá SaxaVord í 2027.

Um ætlanirnar eydnast, verður talan um fyrstu rakettútskjótingina av hesum slagnum úr Bretlandi.

Stjórin í SaxaVord, Scott Hammond, fegnast um nýggju fíggingina. Hann sigur, at stuðulin frá bretsku stjórnini og Wild Ventures gevur felagnum fíggjarliga trygd til at fullføra útbyggingina og menna eina burðardygga vinnuliga rúmdarstøð.

Hann leggur dent á, at endamálið ikki bert er at fremja fyrstu útskjótingina, men at skapa eina støð, sum kann tæna rúmdarvinnuni í fleiri áratíggju.

Strategiskt týdningarmikil fyri Evropa

SaxaVord hevur eisini fingið vaksandi politiskan týdning. Bretska og týska stjórnin hava nýliga peikað á støðina sum ein møguligan týðandi miðdepil fyri evropeiska atgongd til rúmdina.

Londini vilja styrkja samstarvið innan rúmdartøkni, vinnu, trygd og verju.

Bretski ministarin í rúmdarmálum, Liz Lloyd, barónessa, sigur, at íløgan er eitt týðandi stig í arbeiðinum at tryggja Bretlandi sjálvstøðugan møguleika at senda fylgisveinar út í rúmdina.

Við nýggju fíggingini hevur SaxaVord sostatt fingið betri fortreytir fyri at gerast ein týðandi partur av evropeisku rúmdarvinnuni, samstundis sum verkætlanin kann skapa nýggjar vinnuligar møguleikar í Hetlandi.

Kelda: ShetNews 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder