Í morgin, leygardagin 31. oktober, verður árliga landsinnsavningin hjá Reyða Krossi. Talan er sum stórt tiltak í Norðurlandahúsinum, sum verður sent í Kringvarpi Føroya frá klokkan 19.
Í ár eru 100 ár liðin, síðani Reyði Krossur Føroya varð stovnaður, og eyka nógv verður gjørt burturúr.
Millum annað kemur eitt forkunnigt listarverk fram - og til sølu.
Tað er Edward Fuglø, sum hevur málað. Listaverkið skal leygarkvøldið bjóðast út til frama fyri hjálpararbeiðið.
- Vit eru sera fegin um og takksom fyri, at Edward hevur gjørt hetta serliga verkið til okkara 100 ára hátíðarhald, og vónirnar eru, at uppboðssølan fer at vekja stóran áhuga og geva eitt gott íkast til hjálpararbeiðið, skrivar Reyði Krossur Føroya
- Vit almannakunngera nú eina mynd av málninginum, so bæði einstaklingar og fyritøkur fáa høvi at síggja verkið frammanundan og hava tíð at umhugsa, um tey vilja bjóða upp á hann leygarkvøldið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald