Mentan

Nýggjastu verkini hjá Føroya Banka Savninum

Føroya Banka Savnið keypti fýra listaverk á ólavsøkuframsýningini í Steinatúni.

(Hanni Bjartalíð)

(Hanni Bjartalíð)

2026-10-30 18:33 Author image
Innsent
placeholder

Á árligu Ólavsøkuframsýningini, “Listating – ArtThing Steinatún” hjá Listafelag Føroya keypti Føroya Banka Savnið fimm føroysk samtíðarlistaverk; listafólkini eru Elin Josefina Smith Wolefsen, Fríða Berg, Hanni J. Bjartalíð og Joel Cole.

Føroya Banka Savnið, fyrr BankNordik-savnið, hevur síðan byrjan í 2017 keypt 59 listaverk frá 17 listafólkum.

Stuðulin frá Føroya Banka hevur gjørt tað møguligt hjá savninum at keypa føroyska samtíðarlist.

Teksturin undir myndunum er lántur úr bóklinginum, “Listating - ArtThing Steinatún”.

[object Object]

Eftir dragshow, at drekka bobblur á Bobi bar, 2020, 100x80 cm, olja

Elin Josefina Smith Wolffsen  (f. 1964) arbeiðir við blandaðari tøkni,  pappíri, oljumáling, tekning og skulpturi. Hon hevur luttikið í mongum sensueraðum framsýningum í Føroyum og uttanlands síðan 1985. Seinastu stakframsýningar hennara vóru í smiðjuni í Lítluvík, framsýningarnar “Vit lukta av líkum og ólíkum”, “A Tribute to Life” og “Sorg, sálarkvøl og heimloysi”.

[object Object]

Táliðin Tíð,  2026,  77x107 cm, krossfiner krit akryl gauche og lakk

Fríða Berg (f. 1984) er útbúgvin møblasnikkari og arkitektur frá Det Kongelige Akademi í Keypmannahavn. Verkini hjá Fríðu byggja á áhugan fyri materialiteti og samspælinum millum náttúru og tað menniskjaskapta. Tey eru ein kanning av, hvussu tað abstrakta og tað handverksliga kunnu liva lið um lið.

[object Object]

Uttan heiti, 2026, 26,5 x 21 cm, ymiskt slag av træi, máling og glas                 Hanni J. Bjartalíð (f. 1968) er føddur í Klaksvík og fekk seinni sína listaútbúgving í Finnlandi. Hanni arbeiðir við málningum, málaðum træmyndum og standmyndum og ger eisini steinprent. Hansara verk røra seg millum tað figurativa og tað abstrakta, ofta við einføldum formum og einari sterkari kenslu fyri tilfari og strukturi.    

[object Object]

Balance I,  68 x 35 x 40 cm, træ og stein

Joel Cole er føroyskur-amerikanskur listamaður, sum hevur ferðast til og búð í Føroyum í nærum 40 ár. Í sínum arbeiði nýtir hann natúrligt tilfar, serliga við úr heimliga Minnesota River Valley, sum hann arbeiðir við á serligar og  hugtakandi mátar, ið viðgera menniskjaliga tilveru við atliti til tað at vera fremmandur, annarleiðis og á jaðrinum

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder