2025-06-19 20:51

Tvey mál verða í Føroya rætti í næstu viku um kynsligan ágang móti børnum. Tveir menn eru ákærdir og báðir eru teir føddir í 1987.
Tað skrivar kvf.fo.
Ein maður er ákærdur fyri tvær ferðir at hava havt kynsligt samband við eina 12 ára gamla gentu, sum hann kendi, í 2007.
Í hinum málinum er ein maður ákærdur fyri 11 brot á revsilógargreinina um barnapornografiskt tilfar. Hann skal hava havt og útbreitt pornografiskar myndir av fólki, sum eru yngri enn 18 ár.
Báir menninir nokta seg sekar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald