Ungi rithøvundurin Trygvi Danielsen, onkuntíð eisini kendur sum Silvurdrongur, fær virðisløn M. A. Jacobsens fyri Fagrar bókmentur.
Hann fær virðislønina fyri bókina „hey:) – Tað metamodernistiska dómadagsmanifestið anno domini MMXXV et in futurum”, sum kom út í 2025.
Trygvi kundi ikki sjálvur taka ímóti virðislønini – hann er staddur í Íslandi í løtuni, har hann er á skriviverkstovu fyri at skriva handrit til hansara komandi spælifilm.
Tí var tað pápin, Danny Danielsen, sum tók ímóti virðislønini, og las upp eina heilsan frá Trygva.
![]()
Danny Danielsen las upp heilsan frá soninum, sum ikki kundi vera til staðar (Skíggjamynd: KvF)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald